Viðhvørt tykist tað, sum russiski forsetin ikki veit, hvat hann tosar um. Hann sigur, at Russland søkir ikki at sivilum, men veruleikin er ein heilt annar. Í vikuni stóð keypsmiðstøðin fyri skotum.

Putin: Vit søkja ikki at sivilum málum

- Eg kann ikki útiloka, at viðurskiftini millum Russland, Finnland og Svøríki kunnu gerast meira sjabbut, nú Finnland og Svøríki fara upp í Nato, sigur russiski forsetin.

 

Viðhvørt tykist tað, sum russiski forsetin ikki veit, hvat hann tosar um. Hann sigur, at Russland søkir ikki at sivilum, men veruleikin er ein heilt annar. Í vikuni stóð keypsmiðstøðin fyri skotum.

Vladimir Putin sýtir nú fyri, at tað vóru russiskar rakettir, sum raktu keypsmiðstøðina í Ukraina fyrr í vikuni, har fleiri sivil fólk lótu lív, og onnur vórðu løstað. 

 

Við russiskar miðlar sigur forsetin, at hann enn ikki hevur ásett ein dag, nær hann ætlar, at sonevnda hernaðarliga "spesialoperatiónin" í Ukraina verður liðug.

 

Hann vísir á, at hernaðarligu málini eru tey somu, sum tey hava verið, men leggur aftrat, at Russland kann skifta "taktik", sum hann tekur til.

 

Nú tað gjørdist greitt, at bæði Svøríki og Finnland kunnu gerast limir í verjusamgonguni, sigur Vladimir Putin, at viðurskiftini millum Russland, Finnland og Svøríki kunnu gerast meira trupul.

 

- Eg kann ikki útiloka, at viðurskiftini nú kunnu gerast meira sjabbut, sum hann tekur til í samrøðu við russiskar tíðindamiðlar.

 

Forsetin leggur aftrat, at um Nato fer at seta upp hernaðarútgerð í Finnlandi og Svøríki, fer Russland at svara aftur.

 


 

 

Viðhvørt tykist tað, sum russiski forsetin ikki veit, hvat hann tosar um. Hann sigur, at Russland søkir ikki at sivilum, men veruleikin er ein heilt annar. Í vikuni stóð keypsmiðstøðin fyri skotum.