Rógvi í kapping við teir stóru

Eftir at hava vitjað heima í Føroyum, er Rógvi Johansen aftur at síggja á donsku landavegnum, og kappingarnar eru nógvar

Tvær kappingar hava verið á skránni hjá Rógva, síðani hann kom aftur til Danmarkar.


Stór nøvn

Fyrra kappingin av hesum var ein sonevnd gøtukoyring, og ikki kann sigast annað enn, at nógvir heilt sterkir súkklarar vóru við í kappingini. Í fjør var tað Bo Hamburger, sum gjørdist vinnari av kappingini, og saman við liðfeløgunum úr Team MemoryCard Jack&Jones stillaði hann aftur upp í ár. Eisiini var eitt lið frá US Postal, har millum annað hjálparin hjá Lance Armstrong, Tayler Hamilton, var at síggja.

Rógvi greiðir frá, at veðrið var keðiligt henda dagin: -Tað regnaði illa, og hetta var við til at gera teinin, sum var 1.400 m, heldur vandamiklan. Tað var sera hált í svingunum, og eg koyrdi alla tíðina sera varliga. Úrslitið varð tó, at eg til seinast noyddist at gevast, greiðir Rógvi frá.

Hann leggur tó dent á, at tað eftir hansara tykki var sera stuttligt at koyra saman við nøkrum av teimum »stóru«. Vinnari av kappingini gjørdist Lenni Kristensen frá Team Fakta, Bo Hamburger gjørdist nr. 2, meðan Martin Kryger úr Team Fakta vann bronsumerkið.


Etapukapping

Dagin eftir fór Rógvi so í holt við eina etapu-kapping. T.v.s. kapping, sum er skipað á sama hátt, sum eitt nú Statoil kring Føroyar.

Eftir at fyrsti dagurin varð nýttir til ein prolog upp á 6,6 km, varð næsta dagin farið undir fyrstu veruligu etapuna, sum var 170 km. til longdar.. Rógvi royndist sera væl henda dagin, og hóast hann saman við fleiri øðrum súkklarum varð koyrdur inn, eftir at hava verið í útbrotið, eydnaðist tað honum tó at halda seg nóg so langt frammi í samlaðu støðuni.

Triði dagurin byrjaði við eini etapu upp á 130 km. Aftur hesu ferð var Rógvi sera aktivur, og hann var eisini her við í fleiri royndum at skapa eitt útbrot. Tað eydnaðist tó ongantíð nøkrum bólki at sleppa rættuliga avstað, og feltið kom at kalla samlað í mál. Rógvi tóktist tó eisini nøgdur við hetta, tí um ikki annað, so misti hann ikki tíð fram til fremru súkklararnar.

Eftir at hava hvílt seg í ein tíma, skuldi so farast undir ein einkultstart. Føroyska súkkluessið helt, at beinini kendist heldur tung, men eftir at hava súkklað róliga einar 20 km., var kortini frægari. Úrslitið í einkultstartinum gjørdist eitt 12. pláss, og samanlagt gjørdist Rógvi nr. 18 av teimum 100 súkklarunum, sum vóru við í kappingini. Av hesum 100 vóru fleiri yrkissúkklarar, so hetta má metast sum eitt sera gott úrslit hjá Rógva.

Sjálvur tóktust Rógvi eisini ógvuliga fegin um úrslitið. Hann vísur á, at tá tað bert vóru tveir súkklarar úr hansara felagið, kundu teir ikki koyra sum lið, og hetta er sjálvsagt ein vansi. Eisini vísur hann á, at liðfelagið hansara, Janus Jørgensen, sum eisini var við á Team Shell, kom inn sum nr. 60 samanlagt.vindur og veður,

ávirkan hevur

og sítt krevur.


Í 1899 teir nýggja kirkju byggja

fyri kirkjunnar framtíð at tryggja,

slíkt kann ei á láni liggja.


Og nú gott hundrað ár á rað

hevur hon verið og er framvegis tað

stað

har deknur lesur lestur

ella tænari er prestur.

Har tú á hvørjum halgidegi

í sorg sum í gleði

kann finna linna

ugga, og megi

í Harrans orði

og við altarborðið.

? ? ?

Latum okkum at enda minnast undanfarnu ættarlið,

sum tóku hesu mongu umrøddu stig,

vit lýsa yvir teimum Guds frið.

Samstundis takka vit tykkum, ið tóku við,

sum hildu áfram í teirra anda,

sum vanligt er her til landa.

Latum okkum saman standa

og kirkju okkara verja

mót øllum, ið á hana herja

og vilja boðskap hennara skerja.

? ? ?

29. oktober í fjør, tá kirkjan fylti hundrað,

móti tað óivað onkran undra,

at kirkjan ikki helt føðingardag,

men hetta kom tíanverri ikki í lag,

orsøkir vóru av ymiskum slag.


Men so ár 2000 -9. (nígginda) í sjeynda

vit mong í Hattarvík lenda

at minnast dagin henda.


Vit leggja serliga merki

til hetta frálíka listarverkið,

gávuna stórbæru,

kirkjuni til heiðurs og æru,

altartalvuna, ið kórveggin prýðir,

har skapanin í huga fram stígur.


Øll góð ynski um Guðs signing.

Hjartaliga tillukku.





Erland Beder