Rógvi: Súrt at missa í yvirtíðini

(Rás2) Hoyr liðskiparan hjá EB/Streymi lýsa vónbrotið at missa eitt stig í tíðini dómarin hevði lagt aftrat

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við liðskiparan hjá EB/Streymi, Rógva Egilstoft Nielsen, sum saman við liðfeløgunum í tíðini dómarin hevði lagt aftrat misti eitt gott stig ímóti B36 á ovara vølli í Gundadali, tá Meinhard E. Olsen fekk góðkent eitt sigursmál í 93. minutti.

 

Rógvi Egilstoft Nielsen er sera harmur um at missa eitt stig, og hann fortelur, at tað var rættiliga ørkymlandi hjá honum og liðfeløgunum at uppliva, at fríspark verður dømt fyrst, og so var mál dømt kortini.

 

Rógvi Egilstoft Nielsen er nøgdur við hugburðin og arbeiðsavrikið hjá EB/Streymi, og tann partin kunnu sundalagsmenn avgjørt taka við sær til komandi uppgávurnar.