Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag hevur í dag sett stórt nýtt føroyskt met í 100 metra bringusvimjing á langgeil, umframt at koma í finalu seinnapartin á Danish Open 2017.
Tíðin hjá Rólandi í B-finaluni á Danish Open 2017 var 1:05,35. Gamla føroyska meti á 100 metra bringusvimjing átti hann sjálvur frá innleiðandi riðlunum í morgun, tá hann svam teinin við tíðini 1:06,24.
Áðrenn Róland svam í morgun, átti Pál Joensen føroyska metið á 100 metra bringusvimjing við tíðini 1:06,40.
Seinasti dagurin í Danish Open 2017 kappingini er í morgin.