Rúni skal venja HB

Mikumorgunin skrivaðu HB og Rúni Nolsøe undir sáttmála. Metmaðurin hjá HB er maðurin, sum komandi árið skal lyfta HB

Tað hevur ljóðað í eina tíð, og mikumorgunin varð tað so endaliga staðfest. Rúni Nolsøe verður nevnliga nýggjur venjari hjá Formula-liðnum hjá HB.

Við Rúna Nolsøe fær HB ein venjara, sum enn ikki hevur tær stóru royndirnar sum venjari. Men bæði í ár og í fjør hevur hann tó staðið við stýrisvølin á liði, sum hevur vunnið sær rætt til Formula-fótbólt.

 

Kennir krøvini

Men tað, sum honum vantar í venjararoyndum, verður kanska uppvigað av sera góða kunnleikanum, ið Rúni hevur til HB. Hóast uppvaksin í Vági og VB, so gjørdist Rúni at kalla synonymur við besta HB-liðið, har hann spældi frá 1993 til 2005 og har hann fýra ferðir kundi lyfta FM-steypið. Og við í alt 347 dystum er hann eisini maðurin, sum eigur dystarmetið í felagnum, har hann í fleiri ár var liðskipari.

Í 2006 varð Formula-fótbólturin lagdur á hillina, og ístaðin gjørdist Rúni spælandi venjari á Argjum, har hann var við til at tryggja felagnum sess í fremstu føroysku deildini. Hetta fyri fyrstu ferð í felagssøguni. Og í ár hevur hann so verið venjari hjá B68, ið mest sum einaráðandi spákaði upp aftur í Formula-deildina.

Men tað er munur á at venja oddalið í fyrstu deild og so at venja mest siðvanda felagið í landinum. Eitt felag, ið á hvørjum ári meddar eftir avgjørda toppinum í føroyskum fótbólti.

- Sjálvandi er munur á. Og innan føroyskan felagsfótbólt er venjarastarvið í HB størsta avbjóðingin, sum tú kanst fáa. Men frá míni tíð í felagnum kenni eg felagið, og eg kenni krøvini, sum verða sett. So hetta er á ongan hátt nakað, sum ræðir meg, sigur Rúni Nolsøe.

Men eftir eitt mest sum miseydnað ár eftir HB-mátistokki við einum 4. plássi í landskappingini. Eru krøvini so ikki eyka hørð í ár?

- Tað eru tey kanska. Men hjá mær ræður um at hyggja frameftir. Mín uppgáva er at arbeiða móti komandi kappingarári, har vit vilja røkka einum betri úrsliti. FM ella steyp vil eg als ikki tosa um nú. Oktober mánaður í 2008 er langt burturi, og áðrenn vit koma hagar, eru altso nógvir dystir, sum skulu spælast – og helst vinnast. Til tíðir tóktist tað kanska, sum varð tann læran løgd á hillina í ár. Sum tað so ofta hevur ljóðað frá onkrum øðrum liði, so ræður um at taka ein dyst í senn.

- Men tað er púra greitt, at eg ikki geri nakað einsamallur. Saman við spælarunum vilja vit royna at lyfta lagið í hópinum og annars at fara í arbeiðsklæðini.

Enn er ikki endaliga greitt, hvussu hópurin fer at síggja út, men hesin verður á leið tann sami sum í ár.

- Sum eg havi skilt tað, so hava flestu spælararnir eisini sáttmála fyri komandi kappingarár. Eg havi havt ynski um styrk á einstøkum plássum, men enn er tó alt ov tíðliga at tosa ítøkiliga um hetta, sigur nýggi venjarin.

 

Hjálparvenjari á gáttuni

Hvør verður hjálparvenjari hjá Rúna er enn ikki greitt. Tað hevur ljóðað, at Heðin Askham er eitt rættiliga sannlíkt boð, men sum skilst er hetta enn ikki komið endaliga upp á pláss. Hinvegin er greitt, at talan ikki verður um Albert Ellefsen, sum seinastu trý árini hevur virkað sum hjálpar- og síðani eisini høvuðsvenjari í felagnum. Orsøkin til hetta er, at Albert í løtuni ikki sær sær møguleika at røkja borgarliga starv sítt, samstundis sum hópatals tímar skulu nýtast til fótbóltin á hvørjari viku.