Rás2 fer mikudagin at hita upp til ólavsøku, og mikukvøldið verður farið á ólavsøkukonsert. Eisini fer Tróndur Arge at siga frá dystinum millum Víking og EB/Streym, sum verður spældur mikukvøldið.
Ólavsøkuaftan og Ólavsøkudag sendir Rás2 frá klokkan 14 seinnapartin til á midnátt. Gestir koma í studio, reportarar fara út við mikrofonini, livandi tónleikur verður at hoyra, og væl uppløgdu vertinir fara at undirhalda lurtarunum.
Ólavsøkan á Rás2 endar við stóra brakinum í Vágsbotni, tá ið fleiri enn 10.000 fólk plaga at savnast til livandi tónleik og undirhald. Pallur verður gjørdur frammanfyri studio hjá Rás2 í Miðlahúsinum, og soleiðis verður aftur í ár. Hesaferð fara Pipar & Salt at undirhalda, og Terji Rasmussen fer at spæla nakrar av sínum kendastu sangum.
Tey, sum fara at gera sendingarnar hjá Rás2 á ólavsøku, eru Barbara Holm, Eyðun Klakstein, Eydna Skaale, Mirjam Pætursdóttir, Rói Samuelsen, James Olsen, Heri Simonsen, Eyðfinn Drewsen, Jonhard Hammer og Tróndur Arge.