Rósar Oljumálastýrinum

Hann er ovfarin av, hvussu væl, skjótt og hegnisliga føroyingar hava megnað at byggja upp eina nútímans oljufyrisiting at fyrireika og standa fyri eini komandi oljuleiting við Føroyar.

Nú fyrsta leiting eftir olju og gassi á føroyska landgrunninum nærkast eru mong eygu vend móti Oljumálastýrinum. Mangir av teimum útlendsku ráðharrunum, sum vitja, leggja tí eisini leiðina framvið nýggju hølunum hjá Oljumálastýrinum fyri at hitta landsstýrismannin í oljumálum og har fáa innlit í arbeiðið, sum verður gjørt.

Ein tílíkur ráðharri, sum vitjaði Oljumálastýrið herfyri, var danski uttanríkisráðharrin, Niels Helveg Petersen.

Eftir fundin við Eyðun Elttør spurdu vit hann, hvat hann fekk burtur!

-Eg eri ikki sørt ovfarin av, hvussu væl tit hava megnað at byggja eina slíka nýggja umsiting upp. Og ikki hava tit bara fingið eina fysiska umsiting, sum kann avgreiða spurningar, mær tykir, at tit her hava fingið eina fyrisiting, sum hevur gott skil á tí hon tekst við.

Danski uttanríkisráðharrin sigur seg hava fingið eina sera áhugaverda frágreiðing. -Eg havi varhugan av, at her verður gjørt eitt dygdargott arbeiði, og tað hevur eisini stóran týdning, tá farið verður undir eitt so stórt og nýtt tiltak sum at leita eftir olju og gassi.

Hóast oljufeløgini eru risastórar multinationalar fyritøkur, sum kunnu kennast í so stórar eftir føroyskum viðurskiftum, so heldur danski uttanríkisráðharrin ikki, at føroyingar nýtast at bera ótta fyri hesi nýggju innrásini uttanífrá. -Eg ivist onga løtu í, eftir at hava tosað við fólkini í Oljumálastýrinum, at tit fara at duga at brúka royndirnar, sum vit í Danmark og teir í Bretlandi og Noregi hava gjørt sær á oljuøkinum. Tað aðrir longu hava gjørt meti eg kunna koma tykkum til góðar nú. Nettupp tí síggi eg føroysku fyrisitingina sum eitt gott grundarlag.

Danski uttanríkisráðharrin metir út frá hesum, at føroyingar eru tilreiðar til at fara undir eina komandi leiting.

Meðan føroyingar hava valt at sjálvir at yvirtaka ráevnini í undirgrundini og sjálvir standa fyri allar fyrisiting og arbeiði hesum viðvíkjandi, so hava grønlendingar valt eina aðra loysn, sum ber í sær, at danir og grønlendingar eru í felag um málsøkið. Danski uttanríkisráðharrin sigur uppá fyrispurning at ynskja grønlendingar eina ?føroyska? loysn, so eru teir sjálvandi tilreiðar at tosa um tað. Men hann heldur verandi skipan teirra millum er góð.

Annars er Niels Helveg Petersen fegin um tað samarbeiði, sum er millum føroyskar myndugleikar og GEUS. Í dag hjálpa fleiri jarðfrøðingar og geofysikarar frá GEUS føroysku starvsbrøðrunum og -systrunum í tí týðandi arbeiðinum at tryggja eina góða útbjóðing bæði fyri Føroyar og fyri oljufeløgini.

Vit spurdu danska ráðharran, hvat hann hevur at siga til, at danska oljufelagið Mærsk Olie og Gas ikki er við í oljuleitingini við Føroyar!

-Teir taka sína avgerðir út frá egnum áhugamálum. Teir hava so eisini klárað seg væl í hesi vinnu. At teir so hava mett, at leitingin við Føroyar á djúpum vatni ikki í løtuni hóskar inn í teirra virksemi, er so teirra avgerð og hana mugu vit virða. Annars heldur Niels Helveg Petersen, at tað er gott, at hitt danska oljufelagið DONG, er við í leitingini við Føroyar. Tað er so í tráð við teirra virksemi og ætlanir um at vera við á djúpum vatni bæði við Føroyar og Grønland.

Danski uttanríkisráðharrin viðgongur annars, at verður olja funnin við Føroyar, so fer hon at hava stóra ávirkan á samfelagið. -Tit eru ein tjóð, sum næstan bara livir av fiski, og tí kann tað vera gott at fáa okkurt annað bein at standa á eisini. Ein slík vinna kann sjálvandi eisini hava óhepnar avleiðingar, men eg ivist ikki í, at føroyingar fara at megna ta umstilling og tær broytingar, sum hetta krevur.


Fundir við oljufeløg

Týsdagin fór Oljumálastýrið undir eina røð av fundum og samrøðum við øll tey oljufeløgini, sum hava søkt um loyvi at bora eftir olju á landgrunninum. Fyrsta oljusamtakið, sum varð á fundi við føroyskar mynd-ugleikar var Texaco-samtakið. Í gjár kom túrurin til Norsk Hydro samtakið og soleiðis verður hildið eina viku aftrat.type, hvor ? som man sagde i det gamle danske kommunestyre ? arkivet var sognerådsformandens lænestol. Den tænkemåde, der ligger bag Farum-modellen ? hvilken ulykke, hvis den blev udbredt til Færøerne!

Der har været talt meget om det risikable i, at alle på Færøerne kender hinanden ? man bruger de sårende udtryk ?fætter og kusine-samfund?. Men der er vel noget om snakken ? det er så menneskeligt i et lille samfund, at det ville være mirakuløst andet. Her er værnet ikke mindre administration, men mere og stærkere administration ? departementschefer, der kan sige nej til en ?klanleder?. Vi kender også problemet hernede, tænk f.eks. på Ørestaden.

Hvis følgen af de folkeretlige relationer er den, at Færøerne skal kunne udtræde af de foreslåede fællesbestemmelser ? ja, så kan man altså komme til at stå midt i en skandale, som kunne være afværget. Hvad skal dronningens opgaver for resten være? I Danmark er dronningen godt nok mest topfigur, men jo led i et forfinet magtsystem, der trods alt gør mere end at tælle til 90. Hvad tænker man sig blandt færingerne?

Det lyder så jævnt og rimeligt, at Færøerne og Grønland ikke skal sidde i Folketinget ? men heller ikke dette er så enkelt. Det styrker utvivlsom den gensidige forståelse, at også Folketinget, hele rigets talerstol, er et forum, hvor sød musik kan opstå.

I sin kronik i Information den 6. maj mindede ekspert i arktiske økonomier og lektor ved Handelshøjskolen, Lise Lyck, om ? som noget meget væsentligt ? at statsministeren har udtalt, at det er muligt at udvikle et nyt selvstyres uigenkaldelige stilling ? altså skabe et nyt selvstyre, som ikke vil kunne tilbagekaldes og som kan meddeles til FN?s medlemslande. ? Dette betyder at anerkende en særstilling for befolkningen på Færøerne.

Man må håbe, at tidligere misforståelser ikke skaber for megen ravage i porcelænsbutikken, og at det vil være muligt at fremlægge de reelle problemer uden for megen indpakning. Takt og venlighed er nødvendigt, men også en forklarende åbenhed og præsentation af ømme tæer. Medierne har et særligt ansvar for, at debatterne ikke bare reduceres til gode historier. Det tager tid, før ømhed fortager sig, det lærte jeg i Reykjavik i 1958.


Johan Garde, cand.jur. og fhv. ankechef