Helle Pallesen er stjóri fyri Advokaternes Service Selskab. Hon er stigtakari til ráðstevnuna, sum í hesum døgum verður hildin í Føroyum.
- Hetta er aðru ferð, at vit hava hesa ráðstevnuna. Fyrstu ferð vóru vit á Svalbard. Tað er ein fyrimunur at halda ráðstevnuna eitt sindur avsíðis, tí at so verða vit ikki órógvað av okkara dagligu uppgávum.
Hella viðurkennir, at løgfrøðingavirkini í norðanlondum eru smá í mun til tey stóru í Evropa. Hendan ráðstevnan skal savna orkuna frá løgfrøðingafeløgunum og geva møguleika til eftirútbúgving og skeið.
- Her kunnu vit møtast á einum meira óformellum støði, og vit kunnu deila ráð og geva og móttaka íblástur. Í gerandisdegnum liggja vit í kapping við hvønn annan, men her kunnu vit samstarva. Vit skulu kanska broyta kappingarelementið, soleiðis at vit ikki liggja í kapping við hvønn annan men heldur standa saman í kappingini við tey stóru London-kontórini, sum gera innrás í Evropa. Altjóðagerðin hevur brotið niður landamørk, og tí kunnu vit vænta okkum harða kapping frá útlendskum kontórum, og vit standa sterkari, um vit samstarva, sigur Helle.
Altjóðagerðin er eitt av høvuðsevnunum á ráðstevnuni. Helle sigur, at tað er ikki tí, at tey eru bangin fyri altjóðagerðini, at tey leggja so stóran dent á tað. Heldur vilja tey fyrireika seg og taka ímóti nýggju avbjóðingini.
Ætlanin er, at ráðstevnan skal vera afturvendandi. Helle vónar, at luttakaratalið fer at vaksa fyri hvørt ár. Næstan øll, sum vóru á Svalbard seinast, eru eisini í Føroyum nú, so tey hava allarhelst verið væl nøgd við ráðstevnuna.