Raðhúsini verða liðug á ólavsøku

- Fýra sáttmálar eru undirskrivaðir, og tann seinasti er klárur til undirskrivingar, sigur Torben Nielsen, sum eigur Sp/f TN-Bygging á Glyvrum.
<DPTAB>    Hann ætlar at byggja fimm raðhús aftrat beinanvegin, um nóg stórur áhugi er.

Sethúsabygging

Á ólavsøku í ár standa fimm raðhús liðug undir Høgaleiti í Saltangará.
Tað er Sp/f TN-Bygging, ið byggir hesi húsini, og eigari av felagnum er Torben Nielsen á Glyvrum.
Hann hevur sjey mans í arbeiði, og teir fóru undir hetta arbeiði í oktober mánaða
síðsta ár.
Torben sigur, at sáttmáli er undirskrivaður um fýra av húsunum, og tann fimti sáttmálin liggur klárur til undirskrivingar.
-So, eg kann siga, at øll hesi fimm húsini eru seld, sigur hann.


Ætlar at byggja 5 sethús aftrat
Ætlanin hjá Sp/f TN-Bygging er at byggja fimm sethús aftrat av sama slagi, sum hesi fyrru, men til tess er neyðugt, at fólk, sum vilja keypa sær eini raðhús í Saltangará, lata við seg koma. Tí hevði felagið eina lýsing í bløðunum herfyri, har hesi seinni fimm húsini vera boðin út til sølu.
- Í løtuni er telefonin meira friðarlig. Tað verður ikki ringt so nógv og spurt um hús, sigur Torben, sum ætlar, at 2. byggistig, ið fevnir um tey seinnu 5 húsini, fer í gongd til heystar.
Ætlanin er at fara undir 2. byggistig í august, soleiðis at húsini standa innilokað til jólar og liðug til várs.
- Grundøkið er ikki útgrivið, men útgravingarloyvið er klárt, sigur Torben.

Eins uttan, ikki innan
At síggja til, eru øll húsini í røðini eins, men innan eru tey innrættað ymiskt ? alt eftir ynskjunum hjá teimum, sum skulu hava húsini.
- Upprunaliga eru øll húsini eins, bæði innan og uttan, men onkur hevur valt at
hava meira pláss, t.d. fleiri kømur, og tá hava vit gjørt nakrar broytingar, sum eisini dýrka húsini eitt sindur.
Torben sigur, at teir serliga hava broytt innrættingina í kjallarahæddini, har t.d. hjallurin er gjørdur til eitt kamar og kjallarin er vorðin til eitt størri sjónvarpsrúm saman við gongini.
Sniðhúsini eru í tveimum hæddum, sum hvør er 60 fermetrar netto. Í kjallaranum er durur, 2 kømur, sjónvarpsrúm,wc og fýrrúm. Í ovaru hæddini er gongd, wc, hjúnarrúm, køkur og stova.

Undir 1 milj.
- Vit siga við tey, sum spyrja, at tey næstu fimm húsini fara at kosta 975.000 krónur, soleiðis sum vit hava teknað tey. Skulu ymiskar broytingar gerast, kemur tað uppá kostnaðin, um hetta annars dýrkar um byggingina.
Torben sigur, at tey fimm húsini, sum eru seld, kosta millum 960.000 og 990.000 krónur.
Spurdur, hví felagið hjá honum er farið í holt við at byggja raðhús, sigur Torben:
- Eg helt hetta vera eitt gott hugskot, og kommunan vísti eisini ætlanini stóran áhuga ? ikki minst, tí her eru so fá grundøkir tøk.
Hann vísir á, at fleiri grundøkir verða spard við at byggja hesi raðhúsini.
- Á henda hátt kunnu vit byggja 10 sethús á fýra grundøkjum, sigur Torben Nielsen at enda.