Ráðharri: Minkandi havstreymur hóttir Ísland

At havstreymarnir í Atlantshavinum kunnu fella er ein eksistentiell hóttan móti Íslandi.

Tað sigur veðurlagsráðharrin í Íslandi, Jóhann Páll Jóhannsson.

Trupulleikin er ein skipan við havstreymum í Atlantshavinum, sum vísindafólk kalla Amoc (Atlantisk Meridional Overturning Circulation).

Hon flytur hita úr tropunum til norðaru breiddarstigini.

Um Amoc linkar, fer vetrarhitin í Norðurevropa at falla í stórum.

Íslendski ráðharrin greiðir frá, at spurningurin um eitt møguligt fall hevur verið frammi í tjóðskaparliga trygdarráðnum.

- Tað er ein beinleiðis hóttan móti okkara tjóðarmótstøðuføri og trygd, sigur hann.

 

Ritzau/Reuters