Ráðharri skal greiða frá seinari kanning av negativum rentum

Fíggjareftirlitið hevði grannahoyringar um negativar rentur, men spurdi ikki ES-nevndina til ráðs.

 

Fíggjareftirlitið hevur biðið ES nevndina um at meta um tað er lógligt, at bankarnir taka negativar rentur Foto: Kristian Djurhuus/Ritzau Scanpix

Eindarlistin, SF og Danski Fólkaflokkurin krevja nú eina frágreiðing frá Simon Kollerup, vinnumálaráðharra í Danmark um, hví Fíggjareftirlitið ikki fyrr enn tvey ár aftaná, at tær eru settar í gildi, spyr ES nevndina til ráðs um negativu renturnar hjá bankunum.

Tað skrivar danska TV2.

ES nevndin skal nú meta, um tað er lógligt hjá bankunum at hava negativar rentur.

Tað er Fíggjareftirlitið, sum fyri tveimum árum síðani gav bankunum grønt ljós at seta í verk negativa rentu, sum ikki fyrr enn nú spyr ES-nevndina til ráðs.

Fleiri bankar í Danmark og í Føroyum eru farnir at taka negativar rentur frá kundum, sum hava pengar í bankanum. Tað vil siga, at tað kostar kundunum pengar at hava pengar standandi í bankanum.

Fleiri vinnuframsøgufólk undrast á, at Fíggjareftirlitið hevur givið bankunum loyvi at hava negativar rentur uttan at spyrja ES nevndina fyrst.

Rune Lund úr Eindarlistanum sigur tað ikki vera nøktandi, at Fíggjareftirlitið ikki fyrr enn nú setir seg í sambandi við ES nevndina fyri at fáa løgfrøðisliga vegleiðing.

Eisini Lisbeth Bech-Nielsen, sum er framsøgufólk í vinnumálum hjá SF undrast á gongdina. Hon sigur tað vera »vilt«, at Fíggjareftirlitið hevur havt vitan um, at minusrentur møguliga kunnu vera ólógligar uttan at gera nakað við tað.

Í gjár skrivaði TV2, at løgfrøðingar hjá Brúkaraumboðsmanninum í eina tíð hava ivsst í, um bankarnir hava rætt til at krevja negativar rentur frá kundum.

Afturi í februar í 2020 vendi Brúkaraumboðsmaðurin seg til Fíggjareftirlitið fyri at siga, at hann var ósamdur í tulkingini av reglunum, sum eftirlitið hevði.

Fíggjareftirlitið skrivar í einum telduposti til TV2, at tey hava havt eina sonevnda »grannahoyring« við svenska og finska fíggjareftirlitið, sum sambært Fíggjareftirlitinum er púra vanlig mannagongd.

– Vit ráðføra okkum við ES nevndina nú, tá tað er nú, tað vísir seg, at reglarnar eftir øllum at døma kunnu tulkast ymiskt, skrivar stjórin í Fíggjareftirlitinum, Jesper Berg, til TV2.

Simon Kollerup skrivar til TV2, at hann er klárur at koma við frágreiðing til flokkarnar.

Harumframt verður upplýst, at vinnumálaráðið ikki visti um málið fyrr enn fyri styttri enn tveimum vikum síðani, og at tey hava biðið um ein skjóta avkláring frá ES nevndini.

/ritzau/

 

 

Fíggjareftirlitið hevur biðið ES nevndina um at meta um tað er lógligt, at bankarnir taka negativar rentur Foto: Kristian Djurhuus/Ritzau Scanpix