Rakel í uppskoti til virðisløn

Rakel Helmsdal kann fáa virðislønina hjá útnorði næsta ár

Føroyska nevndin, sum tilnevnir til Barna- og ungdómsvirðisløn Útnorðurráðsins fyri bókmentir, hevur tilnevnt ungdómsbókina, ”Hon, sum róði eftir ælaboganum” eftir Rakel Helmsdal til virðislønina í 2016.

 

Hetta er áttanda ferðin, at tríggjar bøkur verða tilnevndar til Barna- og ungdómsvirðisløn. Virðislønin verður handað annað hvørt ár. Ein bók úr Føroyum, ein úr Íslandi og ein úr Grønlandi verða tilnevndar.

 

Í august í 2016 verður virðislønarvinnarin kosin, og hann fær 60.000 danskar krónur.

 

Í hvørjum landi er ein nevnd, sum tilnevnir eina bók. Í føroysku nevndini sita: Oddfríður Marni Rasmussen, formaður, Malan Hilmarsdóttir, nevndarlimur og Bergur Rasmussen, nevndarlimur.

 

Tann grønlendska nevndin hevur tilnevnt ”AVUU” eftir Frederik ”Kunngi” Frederiksen og Íslendska nevndin hevur tilnevnt bókina ”Mamma Klikk” eftir X.

 

Í grundgevingini fyri tilnevningini vísir føroyska dómsnevndin á, at forelskilsi, vinalag og svik eru evni, sum verða viðgjørd í nýggju ungdómsbókini hjá Rakel Helmsdal.

 

Høvuðspersónurin er gentan Argantael. Argantael er dugnalig og vøkur, og er væl dámd í skúlanum, tí hon hevur alt tað nýggjasta nýggja. Hon tykist at hava alt, sum ein tannáringur kann hugsa sær, men so er ikki.

 

Tað, Argantael helst vil hava, eru foreldur, sum brýggja seg um.

 

Sum lesari fært tú innlit í lívið hjá Argantael saman við einum pápa, sum krógvar sínar kenslur í ov nógvum arbeiði og eini sálarsjúkari mammu - tvey vaksin, sum ikki megna at seta barnið í miðdepilin.

 

Hesin kenslusári tannáringur hevur mestsum ov nógv at dragast við, tá ið hon hittir hálvsystkini Dagan og Morganu, stutt eftir at ein vanlukka hevur rakt heim hennara. Argantael ger av at taka sítt egna lív.

 

Hon, sum róði eftir ælaboganum er skaldsøga til ung og vaksin.