Rakettir skotnar móti flogvøllinum í Kabul

Amerikanski forsetin, Joe Biden, er kunnaður um rakettálopið móti flogvøllinum í Kabul, men forsetin sigur, at amerikansku herdeildirnar fara úr landinum sum avtalað.

 

 

ABC veit at siga, at einar fimm rakettir í nátt eru skotnar móti Hamid Karzai-flogvøllinum í Kabul. Einki er frætt um løstaði ella deyð í álopinum.

 

Ein kelda í amerikanska verjumálaráðnum váttar yvirfyri Reuters, at rakettirnar, sum høvdu kós móti flogvøllinum, vórðu skotnar niður av amerikansku anti-rakettskipanini.

 

Fólk í økinum við flogvøllini hoyrdu eisini rakettávaringarskipanina, og sagt verður, at pettir av rakettum eru dottin niður í økinum.

 

Tað merkir, skrivar tíðindastovan NTB, at onkrar av rakettunum hugsandi eru raktar av amerikansku anti-rakettskipanini.

 

Tíðindastovan AFP skrivar, at roykur sást yvir bygningum har norðuri í Kabul, har flogvøllurin liggur, og lagt verður aftrat, at rakettirnar vórðu skotnar úr vognum har norðuri í Kabul.

 

Tað er á midnátt týskvøldið, at USA og tess sameindu sambært avtaluni skulu taka sínar herdeildir úr Afganistan.

 

Tíðindaskrivarin í Hvítu Húsunum, Jen Psaki, sigur í morgun, at amerikanski forsetin, Joe Biden, er kunnaður um rakettálopið móti flogvøllinum í Kabul í nátt, men forsetin sigur kortini, at amerikansku herdeildirnar fara úr landinum sum avtalað.