Rakstrarúrslitið er hækkað við yvir einari milliard krónum

Vinnuroknskaparhagtølini fyri fyritøkur vísir, at samlaða úrslitið áðrenn kapitalpartar fyri allar vinnur vaks við yvir 76% eftir tveimum árum frá 2015 til 2017, skrivar Hagstovan

Hóast úrslitini í 2012 og 2015 vóru lægri enn árini fyri, hava úrslitini síðani 2010 verið støðugt vaksandi og positiv øll árini.

Samlaða úrslitið í tilfeingisvinnunum vaks við 1 milliard krónum frá 2015 til 2016.

Framleiðsluvinnurnar hava samlað sæð flestu árini síðani 2010 kunnað víst á úrslit omanfyri 200 milliónir árliga, og í 2017 vísti samlaða úrslitið fyri framleiðsluvinnur 671 milliónir krónur.

Tænastuvinnurnar hava eisini samanlagt víst positiv úrslit seinastu árini, og síðani 2010 hevur úrslitið flutt seg úr 194 milliónir krónur til 859 milliónir krónur í 2017.

 ##med2##

Stórur partur av samlaða úrslitinum hjá vinnunum er orsakað lopið í tilfeingisvinnunum.
Úrslitið í tilfeingisvinnunum fer frá 334 milliónum í 2015 til stívliga 1,4 milliard í 2016, ið tó fánar við 223 milliónum niður á 1,2 milliardir í 2017.
Meginparturin av samlaða úrslitinum í tilfeingisvinnunum starvar frá alivinnuni, ið frá 2010 til 2017 hevði eitt økt úrslit á slakar 600 milliónir krónur frá stórum 400 milliónum krónum í 2010 til útvið 1 milliard krónur í 2017.

 ##med3##

Aðrir høvuðsbólkar, ið hava havt munandi økt úrslit í 2017 í mun til 2010 eru millum annað innan framleiðsluvinnur, har samlaða úrslitið fyri eitt nú byggivinnu er farið frá minus 61 milliónir krónur í 2010 til 137 milliónir krónur í 2017.

Innan tænastuvinnur hava fleiri høvuðsbólkar eisini havt munandi betri úrslit síðani 2010, herundir bólkurin heil- og smásøla og umvæling av akførum, ið hevur økt úrslitið frá 131 milliónum krónum í 2010 til 423 milliónum krónum í 2017.