Rakul Wardum besti málverji

Føroyski málverjin og liðskiparin Rakul Wardum var kosin besti málverji í U19-kappingini

Føroysku U19-kvinnurnar vóru akkurát ov stuttar til bronsuna í Euro Championship kappingini í dag. Føroyar taptu 27-25 móti Hvítarusslandi í bronsu dystinum, men eftir dystin kundu føroyska liðið gleðast um, at ein føroyskur spælari er á besta liðnum fyri kappingina.

 

Eins og vanligt er til endaspøl verður eitt all-star lið kosið eftir kappingarlok. Soleiðis var eisini til Euro Championship kappingina í Skopje í Makedonia og var føroyski málverjin Rakul Wardum kosin besti málverji.

 

Rakul Wardum hevur staðið eina sera góða kapping og havt eitt høgt bjarginarprosent. Holland vann kappingina og tapti Holland bert hin eina dystin í kappingini, nevnliga móti Føroyum.