Rannvá skoraði fýra mál í eitt korter

Kvinnur: Nú bíðar KÍ toppdystur í Gundadali ímóti HB, sum er næstfremst

Mynd: Oliver Joensen/nordlysid.fo

Tað var avgreiðslusetningur hjá oddaliðnum KÍ, tá ið samansetta liðið hjá suðuroyingum, sum er nýtt lið í bestu deildini, tíðliga seinnapartin var í Klaksvík. Hetta var einasti dysturin í bestu kvinnudeildini í dag.

 

Trýstið var stórt ímóti málinum hjá Rósu Mikkjalsdóttir Hammer.

 

KÍ vann 14-0 eftir hálvleiksstøðuna 3-0. Rannvá B. Andreasen er ikki longur so nógv á vøllinum. Í dag varð hon skift inn, tá ið tað restaði ein hálvur tími, og Rannvá gjørdi ein ordiligan vørr. Síðsta korterið skoraði hon fýra mál og var harvið av álvara við til at tryggja stóra heimasigurin. Hini málini skoraðu Durita Hummeland og Tóra Mohr, sum skoraðu trý mál hvør, liðformaðurin Sanna Svarvadal, Jancý Mohr, Eyðvør Klakstein og innskifta Jórun Najma Patawary.

 

KÍ fer seinni í august at taka lut í europeiskari kapping. Tí er dysturin ímóti HB í Gundadali, sum skuldi vera 21. august framskundaður til nú hósdagin 4. august. KÍ er topplið við 30 stigum fyri 13 dystir, og HB er næstfremst við 25 stigum fyri 12 dystir.

 

-

 

1393144830
HB12813411225
EBS/Skála12723301123
NSÍ12633291221
B3612615372019
07 Vestur12408282612
Víkingur13328332511
TB/FCS/Royn12001211290

 

-

 

Hósdagin 4. august

 

HB – KÍ

 

Leygardagin 6. august

 

07 Vestur – B36

 

Sunnudagin 7. august

 

HB – EBS/Skála

 

TB/FCS/Royn – NSÍ

 

Mynd: Oliver Joensen/nordlysid.fo