Í dag er fólkaatkvøða í Írlandi um tann sokallaða fíggjarsáttmálan hjá ES, sum millum annað heimilar samveldinum at revsa lond, sum ikki fremja tiltøk til tess at basa skuldartrupulleikunum.
Higartil hava 24 lond staðfest sáttmálan, og Írland er tað einasta landið, sum hevur gjørt av at hava fólkaatkvøðu um spurningin. Meiningakanningar hava bent á, at umleið 60 prosent av teimum, sum fara á fólkaatkvøðu, fara at atkvøða fyri, at Írland skal staðfesta sáttmálan.
Stjórnin í Dublin hevur ávarað fólk ímóti at fella sáttmálan. Stjórnin sigur, at vraka írar sáttmálan, fer landið ikki at fáa ta hjálp frá ES og Altjóða Gjaldoyragrunninum, sum er neyðug til tess at tryggja fíggjarstøðuna hjá tí almenna.