Aldan er eittt navn, sum bæði fangar rákið, rørsluna og tónalagi í føroyska ljóðlandslagnum.
- Vit hava altíð verið eitt hav av tónleiki, tíðindum og menning – nú fáa vit eitt navn, ið lýsir tað betri. Eins og aldur á sjónum, eru vit í støðugari rørslu, við styrki og lívi úr fólkinum, sigur stjórin á Alduni, Andrew Djurhuus.
Ljóðbylgjan heldur fram
Navnið er valt, tí tað sameinir tað natúrliga og tað tekniska: ljóðið sum ferðast í bylgjum – og aldurnar, ið bera okkum øll fram í lívinum- og so kenna allir føroyingar til aldur her vit liggja einsamøll mitt úti í Atlantshavinum. Aldurnar bera okkum út í heim og heimaftur til okkara fagra land!
Aldan skal røra teg, bæði dag og nátt er Aldan har fyri teg og tíni. Tú kanst altíð ynskja eitt lag á appini ella heimasíðuni. Tú kanst seta tín egna dám á Alduna eins og ringar í sjónum.
Framtíðarinnar ljóð
Við nýggja navninum fylgir eisini ein meira nýmótans samleiki. Aldan fer framhaldandi at leggja dent á føroyska mentan, tónleik og røddir – alt frá nýggjum poddum til beinleiðis sendingar, sum geva rúm fyri bæði meiningum og góðum undirhaldi – samstundis sum feskastu tíðindir uttan úr heimi vera borin beinleiðis í lurtini kring landið fleiri ferðir um dagin.
„Aldan er ikki bert ein útvarpsrás. Hon er eitt pallur við fólki, ið vil geva Føroyum eitt nútímans, men hjartaligt ljóðspor"
Frá tíðindum til tónleik – frá manni til bylgju
Rás 2 hevur í 3 ár verið partur av føroysku ljóðmyndini. Eins og aldurnar, sum koma og fara, so tagnar Rás 2 nú – men ljóðið heldur fram – sterkt, sveiggjandi og altíð livandi sum havið rundanum okkum. Stutt og greitt, er støðin ikki longur nummar 2, og hetta gleðast vit um.











