Rasmus Lyberth: - Nú orki eg ikki meira

- Tað er ein farin tíð, har eg stríðist frá tíðliga á morgni til seint á kvøldi, sigur grønlendski fólkasangarin, sum fyllir sjeyti í heyst.

 

Ert tú heilt vísur í tínari avgerð? - Ja, tað haldi eg, at eg eri, sigur Rasmus Lyberth.

 

 

Eitt av størstu tónleikanøvnunum í Grønlandi, fólkasangarin Rasmus Lyberth, hevur nú valt at minka munandi um ferðina.

 

- Eg havi brúkt nógv tíð til at fyrireika meg til hesa avgerð. Nú fari eg at brúka tíðina til at mála og njóta lívið.

 

Tað sigur hann í samrøðu við Sermitsiaq, nú hann hin 21. august í ár fyllir sjeyti ár.

 

Í meira enn 40 ár hevur hann verið "upp á fartin" - ella on the road again. Hann hevur ferðast úr bygd í bý og hevur hildið konsertir.

 

Nú er hann skjótt komin til vegamótið.

 

- Eg orki ikki meira, orki ikki tær stóru konsertirnar. Tað er ein farin tíð, har eg stríðist frá tíðliga á morgni til seint á kvøldi, soleiðis sum neyðugt er at gera, tá tú ert á ferð. Nú er liðugt við hesum.

 

Tá ætlaðu várkonsertirnar í Danmark eru lidnar, er bert eitt stórt tiltak eftir, nevniliga tað, sum helst verður ein av hansara stóru farvæl-konsertum.

 

Konsertin verður í Nuuk í august, tá hann samstundis kann hátíðarhalda sín føðingardag.

 

Ert tú heilt vísur í tínari avgerð?

 

- Ja, tað haldi eg, at eg eri, sigur Rasmus Lyberth, sum Sermitsiaq hevur skift orð við.

 

 

 

Ert tú heilt vísur í tínari avgerð? - Ja, tað haldi eg, at eg eri, sigur Rasmus Lyberth.