Ravnur – ein føroyskur talukennari

Verkætlanin Ravnur byrjaði í januar 2019. Endamálið við verkætlanini er at menna ein føroyskan talukennara, sum skrivar niður tað, ið verður sagt, á føroyskum.

Talukennarin er serliga ætlaður blindum, sjónveikum, lesiveikum og orðblindum, sum hava trupulleikar við at samskifta á skrift. Eisini kann hann brúkast í vinnuligum samanhangum, t.d. til diktering og journalføring. Hann kann nýtast á teldu, telefon og øðrum samskiftispallum.

 

Tríggir føroyskir málfrøðingar og fleiri hjálparfólk hava arbeitt við verkætlanini.

 

Í sambandi við verkætlanina at menna føroyska talukennaran eru nógvar ljóðupptøkur gjørdar av fólki, sum hava lisið tekstir upp. Roynt hevur verið at fingið upptøkur av kvinnum og monnum úr øllum dialektøkjum og í allum aldri.

 

##med2##

 

Verkætlanin, ið hevur fingið játtan á fíggjarlógini, verður eftir ætlan liðug fyrst í komandi ári.

 

Greinin er prentað í blaðnum »Vísindavøka« sum er innlegg í Vikuskiftis-Sosialinum 10. september.