Real Madrid og Benzema ikki til at steðga

Super Cup: Real Madrid fór við øllum í kvøld, tá spælt bleiv um stóra stórsteypið

Mynd: (Scanpix) Karim Benzema skorar til 2-0

Real Madrid hevur í kvøld vunnið UEFA Super Cup dystin, sum er millum vinnararnar í Champions League og Europa League frá farna kappingarári. Real Madrid vann 2-0 við málum frá David Alaba og Karim Benzema.

 

Spælið hjá Real Madrid var ikki framúr vakurt í fyrra hálvleiki, og helst kundi Eintracht Frankfurt havt lagt seg á odda, men Thibaut Courtois bjargaði væl í málinum hjá Champions League vinnarunum.

 

Í hinum endaum var Vinicius Junior somuleiðis nær við tvær ferðir, áðrenn David Alaba kundi senda bóltin í málið eftir hornaspark. Málið tók luftina úr Europa League vinnarunum úr Eintracht Frankfurt.

 

Í seinna hálvleiki setti Karim Benzema punktum, tá hann skoraði til 2-0 tjúgu minuttir inn í seinna hálvleik. Real Madrid er væl samansett og tað er ikki lætt at skora móti teimum. Tað sást eisini aftur seinastu løtuna, tá Real Madrid tóktist hava tamarhald á støðuni. Hetta er fimtu ferð, at Real Madrid vinnur UEFA Super Cup dystin.

 

Mynd: (Scanpix) Karim Benzema skorar til 2-0