Real Madrid og FC Barcelona umboðaði á Tórsvølli

Landsliðið: Eysturríki er uttan nakrar týðandi spælarar, men tað eru stórfeløg sum eru umboðaði

Landsliðið hjá Eysturríki er kom til landið og fer at venja á Tórsvølli klokkan 18 í kvøld. Eysturríki er rakt av fleiri avboðum, men talan er framvegis um góðar og spennandi spælarar, sum verða at síggja í annaðkvøld.

 

Tí talan er eitt nú um spælarar úr Real Madrid og FC Barcelona. Talan er um David Alaba og unga Yusuf Demir. David Alaba er stóra stjørnan hjá Eysturríki, meðan 18 ára gamli Yusuf Demir er stjørnuskotið, ið fekk debut móti Føroyum í Mars. Yusuf Demir er ein av spælarunum, sum hevur fingið til uppgávu at avloysa Lionel Messi í FC Barcelona.

 

- Vit eru báðir stoltir av at umboð Eysturríki við sínum feløgum. Tá vit eru við landsliðnum tosa vit saman allatíð, sigur David Alaba við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum hjá Eysturríki.

 

- Eg havi fylt Yusuf Demir í meir enn eitt ár, og menningin hjá honum hevur verið góð. Hann kann hjálpa okkum nógv við mátanum, sum hann spælir uppá, sigur David Alaba.

 

Sjálvur sigur ungi Yusuf Demir, at hann trívist best við bóltinum og leggur ikki so nógv í hvar á vøllinum hann spælir. Teir verða báðir við, tá Føroyar og Eysturríki spæla í annaðkvøld klokkan 19.45.