TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við Rebekku Justinussen hjá StÍF, aftaná samlaða 40-43 hálvfinaluósigurin hjá StÍF ímóti VÍF í Coca Cola steypakappingini.
- Vit eru vónbrotnar. Hetta var okkara møguleiki í ár. Hetta er heilt ótrúliga keðiligt, uppsumerar Rebekka samlaða hálvfinalutapið ímóti VÍF.
Tað er eisini eitt stórt vónbrot fyri Rebekku, at strandakvinnur førdu við trimum málum tíðliga í seinna hálvleiki, men tær megnaðu ikki at halda leiðsluni.
Rebekka trúði uppá møguleika at røkka finaluni líka til dystarendan. Nú staðfestir hon, at tær í StÍF mugu bíða eitt ár til at koma í eina finalu.