Petur Skeel, veðurfrøðingur á Miðlahúsinum, boðar frá regni og vindi komandi dagarnar. Tó sigur hann einki um storm, í øllum førum ikki framm til mánadagin.
Hósdagin seinnapartin og fríggjadagin fer at regna. Vindstyrkin verður millum 8 og 17 m/s hesar báðar dagarnar, av eystri og landsynningi. Hitin millum 11 og 14 stig.
Leygardin verður yvirhøvur turt, 5 til 10 m/s av eystri og landnyrðingi. Hitin verður millum 11 og 14 stig.
Sunnudagin og mánadagin veksur hann aftur um vindin, upp í hvassan vind ella skrið av útsynningi mánadagin. Ælingur og hitin millum 8 og 12 stig.