Veðrið í dag sambært veðurstovninum DMI.
Tað verður upp í ein strúk í vindi av suðri, 8-13 m/s, í hvirvlum upp í 15 m/s. Vindurin minkar seinni í dag niður í 3-8 m/s og hann snarar í ein útsynning.
Tað verður samdrigið og sirm. Av og á fer at regna eisini. Í kvøld klárnar og tað slítur í.
Hitin fer at liggja um 10 stig.