Reiðarar mugu fyri alt í verðini ikki fáa viðhald

Fiskamarknaður Føroya mælir staðiliga frá, at Løgtingið gevur Reiðarafelagnum viðhald í kravinum um, at fiskiskipini skulu fáa púra fríar ræsur at avreiða uttanlands. Reiðarafelagið hevur annars ført fram, at hetta er ein fortreyt fyri at teir og manningarfeløgini kunnu átaka sær ábyrgdini av at fíggja minstulønina, sum higartil hevur ligið undir landskassanum.

Jens Chrstian Olsen á Fiskamarknaðinum sigur, at í seinastuni hevur tørvur ikki verið á at avreiða uttanlands, tí so vítt, tey vita, hevur onki skip verið uppi undir hámarkinum upp á 25%.

Hinvegin tryggjar hámarkið, at avreiðingarnar uttanlands ikki brádliga eksplodera av einhvørjari orsøk.

Fiskamarknaðurin heldur hinvegin, at Løgtingið heldur eigur at tryggja, at allir fiskakeyparar í Føroyum og uttanlands fáa javnbjóðis møguleikar at bjóða upp á allan fisk, sum verður fiskaður undir Føroyum.

Hetta ger seg ikki galdandi í teimum førum, har skip og virki eru tengd saman.

Fiskamarknaðurin sigur, at tað eru serliga tey smáu virkini á bygd, sum líða undir hesum.

Men verður tað eitt krav, at allur fiskurin, sum verður fiskaður undir Føroyum, skal seljast á almennum uppboði, fáa allir fiskakeyparar javnbjóðis møguleikar at bjóða.

- Tað tryggjar skipunum rætta marknaðarpísin, sigur Jens Christian Olsen á Fiskamarknaðinum.