Reisa nú farstøðina

Arbeiðið at reisa far­støð­ina á flogvøllinum er byrj­að. Talan er um níggju gittarsperrur, sum eru 1,5 metur høg­ar og tilsamans slak­ar 70 metur langar. Hetta ar­beiðið tekur vænt­andi um-leið fýra vik­ur.

– Stóra takið á far­støð­­ini verður sera eyð­sýnt, og sperr­ur­nar fara at geva bygn­ing­­i­num eitt skap sum stór­­ir bogar. Partur av tak­i­­num kemur at virka sum hálvtak, har buss­­ar og bilar kunnu koyra inn undir til av og á skipan, so ferðandi verða vard móti vindi og veðri, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn.

Arbeiðið við tæn­ast­u­bygn­ing­i­num gongur væl, og tey eru farin er at inn­i­loka bygningin. Eftir ætlan skulu bæði tæn­ast­u­bygningurin og far­støð­in innilokast, áðr­enn veturin kemur.
Sambært tíðarætlan verður samlaða ar­beið­ið liðugt á sumri 2014.