Ikki færri enn tvær fráboðanir um grindaboð eru komnar nú seinnapartin.
Vakthavandi hjá løgregluni sigur, at ein grind er funnin vestan úr Koltri, og at ein grind er funnin út fyri Norðradal.
Enn er ikki greitt, hvar grindin skal haldast til, men sum skilst er væntandi, at ein roynd verður gjørd at reka grindina til Leynar.