Svínoyggin verður í fokus í Íverksetarahúsinum í Klaksvík fríggjadagin
Spurningurin um rennistrong til ferðafólka- og farmaflutning millum Viðoynna og Svínoynna verður eitt aðalevni á fundi í Íverksetarahúsinum í Klaksvík fríggjamorgunin millum klokkan 10 og 12.
Fundurin hevur heitið »Svínoyggin í Fokus«, og er tað áhugafelagið »Bjarnafossur«, sum skipar fyri.
Á fundinum verða framløgur og orðaskifti um vinnuligar og trivnaðarfremjandi møguleikar á útoyggj sum eitt nú á Svínoynni.
Luttakandi verða hesi:
1. Heri Hammer, býarverkfrøðingur saman við staðbundnu trímanna Svínoyar-nevndini vegna Klaksvíkar Býráð.
2. Jógvan Ravnsfjall vegna Norðoya Fornminnasavn
3. Sjúrður Jacobsen vegna Smoltstøðina, fremsta vinnuvirkið í Svínoy
4. Elsa Olsen vegna info@klaksvik
5. Guðrið Højgaard vegna visitfaroeislands
6. Olga Biskopstø vegna Útoyggjafelagið
7. Tróndur Leivsson vegna Búnaðarstovuna
8. Gunnar Bjarnason vegna Búnaðargrunnin
9. Armgarð Steinhólm og Fríðrik vegna Landsverk
10. Maurice Andrey úr Sveits, serkønur í rennistrongjamálum
11. Landsstýrismaðurin í samferðslumálum Henrik Old