REPORTAGA Í EVSTA POTENSI

tórbjørn jacobsen

-----

Ein av mongu amerikansku jagarapilotunum í Koreakrígnum gjørdist fleiri ár seinri heimsgitin fyri eina ferð, sum ongin hevði gjørt undan honum. Um júst tvær vikur vera tað 40 ár síðani hann segði tey kendu orðini: “Houston, her er Kvirrunnar Støð. Ørnin hevur sett seg.” Og kendari eru orðini, táið eitt menniskja á fyrsta sinni setti fótin á Mánan, og Neil Armstrong í hesi somu løtu segði: “ That´s one small step for (a) man, one giant leap for mankind.”

Um hetta mundið búði eg sum so mangan í óvita- og ungdómsárunum hjá mostir míni á Tinghúsvegnum. Hetta kvøldið, tann 21. juli 1969, gloymi eg av góðum grundum ongantíð. Magni, systkinabarnið, og eg høvdu lorað okkum oman í Vágsbotn, oman á Bryggjubakka, har táverandi public service rásin, og einasta føroyska útvarpsstøðin, tá helt til. Vit ynsktu at sita á fyrstu parkett táið amerikanararnir tóku Mánan.

Hóast Niels Juel var ein strangur harri, so gjørdi hann hetta kvøldið tað undantakið, at hann lovaði okkum báðum inn í studio´ið, við tí avgjørdu treyt, at tað ikki kvøtti úr okkum soleingi hann og Lias í Rættará og Ívar Iversen, við tekniskari hjálp frá Mariusi Rein og Milson, hugsi eg, søgdu føroyingum frá fyrstu mannaðu mánalendingini nakrantíð. Jógvan sat í einum studio á flatlondum, og greiddi beinleiðis frá hvussu leikur fór, frá livandi myndum, sum enn ikki sóust í Føroyum. Hetta gloyma føroyingar ongantíð. Hetta var reportaga í evsta potensi, og menn gingu uppí sína uppgávu við lív og sál. Tíðindir frá alskins støðum í Europu vóru konverterað til ramligt heimligt mál og útvarpað føroyingum. Har var háspenningur, agi og yvirskot í lokalinum.

Hetta var partur av entreprenørandanum og mergjaða huginum at skapa føroyingum ein mentanarstovn, ein kulturskansa, sum teir kundu savnast um og mennast og mentast av og við. Hetta var tíðin fyri merglopið, táið flogberin av álvara fór at drekka sjógv, og endursendingar av endursendum endursendingum gjørdust skjaldramerkið. Áðrenn sálin endaliga varð opererað úr stovninum og flutt yvir í eitt XL-ark.

Í hesum døgum hevur reportagan fingið eina renæssancu, sum sigur spar tvey til alt annað. Hesaferð í aðrari rás, sum eisini hevur sítt tilhald í Vágsbotni. Oyggjaleikirnir í Álandi fara meiri enn nakað annað at verða legitimiteturin hjá Rás2 og hennara integratión í føroysku fólkasálina. Snúgvingardepilin, sum flutti mørkini somikið, at hesin lítli privati krússarin nú hevur yvirhálað almenna flogberan við fleiri skipslongdum. Eldhugi, dugnaskapur og organisatión eru lyklaorðini, har tað ikki er klokkan men viljin, sum stjórna verkinum.

Í góðveðrinum alla seinastu viku havi eg roynt at snolla mær urtagarðin og húsini inni á Glyvrum, og meðan sveittin hevur likið úr hvørjari spong og ósligið gras og óynsktur vøkstur hevur fingið mangan lerara, og sólin er farin læðandi sína summarslóð av Hæddini um Høganes og síðani norðuryvir aftur, omanfyri Kamb, Slættafelli, Borgarfelli, Reyðafelstind, Klóraran, Halgafelstind, Knúk, Lokkafelli og líka til hon stoytti í vestaru síðu á Múlatindi, frammi á kvøldinum, hava røddirnar á Hera, Eyðuni, Jákupi, Hilmari Jan og Jógvani duna úr einum lurti í køksglugganum og einum øðrum, ið hekk og lavaði út av einum vindeyga í kjallaranum. Hetta var lagið í allari bygdini.

Einasta sum minti meg á, at Kringvarpið var til, var ein rokning fyri lurtaragjald, sum eg fekk 2. juli við tí áminning, at var hon ikki goldin dagin eftir, 3. juli, skuldi eg rokna við einum eykagjaldi á 125 danskar krónur. Í seinasta enda skuldi eg rokna við eini rættarsókn. Sigast skal, at hon varð goldin rættstundis, hóast rásin hjá Jonhardi & Co. var rásin hesar dagarnar, bæði hjá mær og øllum teimum sum eg kenni, og helst hava hesir dagarnir við reportagunum og føstum studio í Mariehamn broytt mín konservativa hugburð um, at almenna rásin til eina og hvørja tíð var fyrsta valið. Hálvthundrað ára gomul siðvenja akslast ikki av soleiðis hissini.

Rás2 var toppkvalitetur hesar dagarnar, í allar mátar. Reportagur og samrøður. Smalltalk og upplýsing. Hugni og trivnaður. Ja, í grundini public service. Havi hug at siga, at tað var so visuelt, sum tað á nakran hátt kann vera, - við ongum myndum. Satsingin, stevnan, við at spenna teir báðar durkdrivnu og úr leikum tiknu og so óskiljandi detroniseraðu kringvarpararnar, Hilmar Jan og Jógvan, fyri vognarnar, skuldi vísa seg at gera munin saman við egnum stabi. Og hin ungi Tróndur munaði væl í hesum endanum. Fólkið fylgir røddunum, og tá ger tað ikki støðuna verri fyri Rás2, at júst hesir kalarnir við fastari hond eru drignir upp í einum eminentum málsligum førleika, sum tíanverri er fjarandi aðrar staðir í okkara tíð.

Rás2 gjørdi tað, sum ongin hevði væntað. 40 ár eftir mannaðu mánalendingina koyrir alt aftur við fullum blussi í Vágsbotni. Hesaferð tóku tit the giant leap, samtundis sum føroyingar á fyrsta sinni settu seg á trúnuna í oyggjaleikahøpi.

Sjálvandi hava tit mikið at takka tykkara sponsorum fyri, men heiðurin liggur fyrst og fremst hjá tykkum sjálvum og tykkara evnum til at reka eitt Miðlahús. Sum vanligur lurtari fái eg ikki givið tykkum annað enn 6 av 6 stjørnum. Blíðan byr í ókomnum døgum.

 

 

 

.