Republikanar ganga ímóti Trump og forða at tað almenna steingir

Republikanskur stuðul tryggjar, at USA fer til forsetaval, uttan at stjórnarapparatið steingir

Republikanarar í Umboðsmannatinginum í USA góvu í kvøld sín stuðul til eina fíggingaravtalu fyri amerikanska almenna geiran, sum merkir, at ein stórur stongsul av av tí almenna í næstu viku.

Republikanarar hava valdið í Umboðsmannatinginum, og tí varð tað frammanundan mett at vera tað kamarið, sum kundi elva avtaluni mest trupulleikar.

Ein avtala tryggjaði tó, at 314 atkvøddu fyri avtaluni, meðan bert 82 atkvøddu ímóti.

Avtalan skal nú samtykkjast í senatinum, har demokratarnir hava valdið og væntandi fara at samtykkja hana.

Eftir hetta skal hon undirskrivast av forsetanum, demokratinum Joe Biden.

Verandi fíggingaravtala fyri fleiri partar av amerikanska almenna geiranum gongur út síðst í september.

Sostatt hevur verið neyðugt við nýggjari avtalu fyri at sleppa undan trupulleikum, sum standast av til dømis útgjalding av lønum til alment starvsfólk.

Republikanarar hava undir samráðingunum kravt, at ein og hvør avtala - fyribils ella ikki - skal hava eitt krav um, at veljararnir skulu prógva, at teir eru amerikanskir ríkisborgarar fyri at kunna atkvøða á forsetavalinum í landinum 5. november.

Tað hevur millum annað verið eitt krav frá fyrrverandi forsetanum Donald Trump, sum stillar upp fyri republikanararnir í ár. Kravið hevur tó ikki við í endaligu avtaluni.

 

Ritzau/Reuters