Republikanarar forða kanning av kongressófriði

Ein nevnd sleppur ikki at kanna, hvat hendi, tá Trump-stuðlar lupu á Kongressina 6. januar

Republikanararnir í Senatinum í USA forðaðu í gjár einum lógaruppskoti um at seta eina tvørpolitiska nevnd at kanna álopið á Kongressina 6. januar.

 

Tað skrivar BBC.

 

Harvið er uppskotið fallið, sjálvt um tað í síðstu viku varð samtykt av einum meiriluta í Umboðsmannatinginum, sum saman við Senatinum er Kongressin í USA.

 

Demokratarnir og fleiri hóvligir republikanarar høvdu annars grundgivið fyri, at seta ein tvørpolitiska nevnd, nakað sum hana, ið kannaði yvirgangsálopið 11. septekber í 2001, hevði hjálpt til at forða fyri líknandi hendingum í framtíðini.

 

Fimm fólk, ein teirra ein løgreglu maður, doyðu undir álopinum 6. januar, tá hundraðtals stuðlar hjá fyrrverandi forsetanum Donald Trump, lupu á Kongressina fyri at forða fyri, at Joe Biden varð váttaður sum vinnari av forsetavalinum í november.

 

Tað hendir, eftir at Trump fleiri ferðir eftir valið var komin við ógrunaðum pástandum um valsvik.

 

Undir atkvøðugreiðsluni í gjár atkvøddu 54 fyri uppskotinum – teirra millum seks republikanarar – og 35 ímóti. Minst 60 senatorar skuldu havt atkvøtt fyri, um nevndin skuldi verið sett.

 

Allar atkvøðurnar ímóti vóru frá republikanarum.

 

– Vit vita øll, hvat nú er hent. Republikanarar í Senatinum hava gjørt av at verja ta stóru lygn, tí teir óttast, at alt, sum kann gera Donald Trump súran, kann skapa teir politikst, sigur demokratiski meirilutaleiðarin í Senatinum, Chuck Schumer, eftir atkvøðugreiðsluna, sambært tíðindastvuni Reuters.

 

Trump, sum enn hevur stuðul frá republikanskum veljarum, hevur fleiri ferðir heitt á floksfelagar um at atkvøða ímóti nevndini.

 

Hann hevur eisini ávarað um, at tað fer at fáa »avleiðingar«, um nakar atkøvður fyri.

 

Uppskotna nevndin hevði millum annað fingið vald til at tvinga vitni – helst eisini Donald Trump – til undir eið at siga frá, hvat hendi tann dagin.

 

Leiðarin hjá Republikanarunum í Senatinum, Mitch McConnell, grundgav hósdagin fyri, at tað var ikki neyðugt við hesi nevndini, tí fleiri nevndir í Kongressin og samveldisløgreglan FBI longu kanna ófriðin.

 

Tað hevur higartil ført til, at 440 fólk eru handtikin.

 

Sambært Reuters hava Republikanarar eisini óttast, at nevndin hevði fingið fólk aftur at hugsað um ófriðin áðrenn miðvalið næsta ár.

 

/ritzau/