Tá avtornaði mánadagin vóru komnar 3,4 milliónir krónur inn eftir tiltakið í sjónvaprinum sunnukvøldið.

Reyði Krossur takkar: Ein millión farin til Afganistan

Ein millión er send til hjálparátøk í Afghanistan, har neyðin er ovurstór, og hálv millión er send til hjálparverkætlanir í Bangladesh, eitt nú til frama fyri neyðstæddar ungar kvinnur og at stuðla tilgongdini við koppsetingum

Tá avtornaði mánadagin vóru komnar 3,4 milliónir krónur inn eftir tiltakið í sjónvaprinum sunnukvøldið.

Landsinnsavningin hjá Reyða Krossi, ið var hildin sunnukvøldið, gav eitt einastandandi gott úrslit. Tá talt varð saman, ljóðaði upphæddin á heilar 3,4 milliónir krónur, skrivar Reyði Krossur, sum takkar fyri stuðulin.

 

– Við hesum úrsliti fær Reyði Krossur Føroya eitt munandi betri grundarlag at skipa hjálpararbeiði, har tørvur er á tí, bæði í Føroyum og kring heimin, skrivar hjálparfelagsskapurin. 

 

Longu nú hevur Reyði Krossur Føroya sent hálvaaðru millión krónur til hjálparátøk úti í heimi. Ein millión er send til hjálparátøk í Afghanistan, har neyðin er ovurstór, og hálv millión er send til hjálparverkætlanir í Bangladesh, eitt nú til frama fyri neyðstæddar ungar kvinnur og at stuðla tilgongdini við koppsetingum.

 

Reyði Krossur takkar av hjartanum øllum, sum stuðlaðu Landsinnsavningini sunnukvøldið. 

 

Eisini ein tøkk til øll, sum hava hjálpt til á ymsan hátt, bæði á kvøldinum og í tíðini frammanundan.

 

Um onkur ikki náddi at stuðla, so ber tað framvegis til at lata pening til Landsinnsavningini mánaðin út.

 

Á heimasíðuni hjá Reyða Krossi ber til at síggja sendingina, umframt stuðulin frá fyritøkum og samlaða úrslitið frá einstaklingum. Sí her: https://redcross.fo/landsinnsavningin2021/ 

 

Tá avtornaði mánadagin vóru komnar 3,4 milliónir krónur inn eftir tiltakið í sjónvaprinum sunnukvøldið.