Berit Mohr
Klaksvík:
Krøvini til verkstøð eru sera nógv broytt, og nú er næstan alt í bilinum útgjørt við teldu, og tí eru krøvini til verkstøðini munandi hækkað. Tey mugu hava sera góða útgerð og arbeiðsmegi.
? Ein slíkan verkstað fara vit at byggja uppi í Borðoyavík, har undirsjóvartunnilin kemur upp. Hetta verður ein Toyota verkstaður, men hóast tað, so fara vit eisini at geva tænastu til aðrar bilar, sigur Eivind av Reyni, stjóri á Reyni Service.
? Hetta verður ein ógvuliga stór broyting í okkara verð, nú vit fara at byggja egin hølir. Sum er húsast vit á 500 fermetrum, men við nýggju hølunum og túninum uttanum koma vit at hava umleið 2.300 fermetrar, greiðir Eivind frá. Hann ásannnar samstundis, at tað er alneyðugt at vera so nær viðskiftafólkunum, sum til ber, og tí fara tey eisini at hava framsýningarhøli á staðnum. Og harvið vónar Eivind av Reyni at aðrir føroyingar eisini fara at nýta høvi til at fara til Klaksvíkar at hyggja eftir framstillaðu bilunum, tá undirsjóvartunnilin er veruleiki.
Hans Berg Hammer hevur havt virksemið hjá Reyni Service norðuri á Stangavegi í mong ár, heilt síðani 1987. Men í 2001 tók Reyni service yvir, og Hans Berg bleiv settur sum leiðari fyri deildini í Norðoyggjum. Og tað verður eisini hann, sum verður leiðari á nýggja verkstaðnum hjá Toyota.
Eivind av Reyni fegnast um at Norðingar hava tikið sera væl ímóti virkseminum.