Nalvaskoðandi nationalistiska hugrákið er ein ræðandi hugsunarháttur, sum annar heimsbardagið átti at havt sett ein stoppara fyri einaferð med alla!
Okkara ríkisfelagsskapur má hava verið langt frammanfyri sína tíð, tí bæði vit 47.000 her heima og teir 20.000 føroyingar í Danmark hava eina vælferð, sum mong misunna okkum. Ikki so løgið kanska at íslendingar hvørt ár í hundraðatali flyta til Danmarkar, tí tilveran í Íslandi er vorðin teimun ov trælakend. Det koster at spille stor Kar, segði norðmaðurin!
Útbúgving
Eini 1500 til 2000 føroyingar eru niðri í lestrarørindum, og tað er yvir 90% av øllum teimum, sum nema sær útbúgving uttanlands. Í ríkisfelagsskapinum kunnu føroyingar nevniliga frítt nema sær útbúgving runt allan knøttin takkað veri altjóða ríkisfasilitetunum. Við eini loysing missa vit øll hesi í ríkisfelagsskapinum sjálvgivnu rættindi. Sjálvt tað at lesa í Danmark verður eins og hjá íslendingum uppá nass, tí tá skulu donsku vaskikonurnar eisini til at gjalda fyri fremmand føroysk lesandi.
Annars er ein ungur føroyingur júst upptikin á kenda Harvard Universitetinum ? sum einasti í danska kongaríkinum í ár. Hann sigur í vitalu við sosialin (13/4-2002), at hann er upptikin sum føroyingur og ikki sum dani. Men um hann ikki hevði verið staddur í Danmark, ta tíðina fyrireikingin og umsóknarprosessin stóð uppá, so hevði hetta als ikki borið til, sigur hann.
EU-passið
At 1/3 av øllum føroyingum búgva í Danmark umframt teir mongu undir útbúgving har, sigur nakað um trivnaðin í ríkisfelagsskapinum, og at okkara ríkisborgararættur er eitt aktiv, sum hevur alstóran týdning fyri føroyingar og Føroyar.
Sum brúgvahøvd til EU er ríkisfelagsskapurin ein funnin fressur, umframt at EU eisini er okkara størsti marknaður. Innan fyri pass-økið stendur føroyingum frítt at velja føroyskt - ella EU-pass, og við teimum mongu rættindum, sum fylgja við EU passinum, kann tað valla undra nakran, at yvir 60% av føroyingum her á landi longu nú velja EU passið. Tað, at Føroyar kunnu standa uttanfyri EU og kortini í ávísum førum njóta javngóð rættindi í EU, sigur nakað um hvussu smidligur ríkisfelagsskapurin er.
Hvør ræður hvørjum
Ein føroyskur fólkatingslimur hevur einans 23.500 borgarar aftan fyri seg, meðan ein danskur hevur 30.000. Ein føroyskur fólkatingslimur hevur sostatt uppá seg 20% meiri at siga í danska Fólkatinginum enn ein danskur fólkatingslimur. Føroyingar eru soleiðis meiri ráðandi í Fólkatinginum enn danir í mun til fólkatali, umframt at danir stilla føroyingum frítt til at loysa, um meirluti er fyri tí í Føroyum - ongin tvingsil.
Størri eindir hava ofta fíggjarligar fyrimunir, og ríkisfelagsskapurin er einki undantak í so máta. Kendi Århus professarin, Martin Paldam, sigur í viðtalu við B.T. (21/2-1995), at livifóturin í Føroyum vildi lækkað við 25%, um vit fara úr ríkisfelagsskapinum t.v.s., at Føroyar við loysingini høvdu fingið sama livifót sum Skotland og Portugal.
Loysingarfrælsið
Loysingarhópurin sigur hinvegin, at framtíðin gerst tryggari, og at Føroyar verða betri at liva í aftaná eina loysing. Men okkara lítilleiki og einstreingjaða vinnulív gevur ikki stóra trygd í sjálvum sær og beinrakni og hegnisliga gjørdi dokumentarfilmurin úr Hattarvík, "Burturhugur", hjá Tóta Árnasyni, gevur okkum eina ræðandi mynd av, hvussu eitt lítið samfelag kann verða slept uppá fjall, tá tað fíggjarliga ikki longur er gevandi. Nútímans føroyingurin krevur meira í vælferð enn vetrarkvirruna í Hattarvík!
Ein dagførdur ríkisfelagsskapur vil framhaldandi kunna tryggja, at lívsfrælsi og samhaldsfesti verður verandi í føroyska gerandisdegnum, og er tí eisini fyri nútíðarmenniskja meiri nøktandi, enn eitt loysinagrfrælsi við 25% lægri livifóti, lítlari trygd og skerdum rættindum annars.