Eitt rimmar brak í Vestmanna

Leygardagin verður ein rúgva á skránni í Vestmanna, og hetta verður ein fantastiskur dagur hjá bæði børnum og vaksnum.

 

Bátastevna er í Vestmanna, og í morgin verður hæddarpunktið á stevnuni, tá bátarnir fara at sigla av Fútakletti undir Vágalandinum og inn á Vestmanna. 

 

Men, stevnan í Vestmanna byrjaði longu í gjár, og í kvøld er eisini ymiskt á skránni. Í kvøld fara fleiri forvitnisligir tónleikarar á pall, og her verða tað Fríði Sigmundarsson og Bjarki Virgarsson Trondesen, sum leggja fyri klokkan 20.

 

Onnur, sum fara á pall í kvøld, eru Herborg Thorkilsdóttir, Tinganest, Brim, og tað verða Dynamitt, sum fara at syngja og spæla í hálvan annan tíma í kvøld frá á midnátt til klokkan 01.30.  

 

Skráin fyri leygardagin byrjar beint eftir døgurða, tá Eta letur upp sína matsølu, og spælilandið letur upp klokkan 16. Her verður eisini kaffisøla, nýbakaðar vaflur og ymisk annað til børnini. 

 

Tá bátarnir, sum byrja at sigla av Fútakletti klokkan 14.30, hava lagt til bryggju, verður bjóðað til ókeypis suppu og annað gott til allar bátastevugestirnar. Borðreitt verður við suppu í stóra tjaldinum, og meðan fólk leska sær, verður harmonikutónleikur.

 

Seinnapartin leygardagin verður bjargingarroynd við verjuskipi, bátum og tyrlu, og frá klokkan 17 til 18 fáast góðir – og ókeypis – munnbitar á stóra “hólmanum” millum bátabrúgvarnar.

 

Tað er Hiddenfjord, sum bjóðar munnbitarnar, sum er grillaður og vælsmakkandi laksur. 

 

Klokkan 16.30 í morgin verður eitt serstakt tiltak, tá nýggi sjóvarfallsdrekin - Minesto - verður dóptur, samstundis sum fólk hava høvi at hoyra um framtíðarætlanir við sjóvarfallsorku í Føroyum. 

 

Leygarkvøldið klokkan 20 verður eisini høvi at síggja finaluna í Champions Leauge, Liverpool og Real Madrid, sum verður sýnd á stórskíggja í lítla tjaldi.

 

Í tímunum frá klokkan 20 til á midnátt í annaðkvøld verða fleiri tónleikaframførslur á stóra palli við Magna Christiansen, Eyðuni og Kim og Shamrock.

Á midnátt taka Kim, Pauli og James yvir á stóra palli, og teir spæla til klokkan 02. Síðan fer Signar í Homrum á pallin og spælir til klokkan 04.

 

Leygarkvøldið verður lítla tjald meira fyri yngra ættarliðið, tá Páll Finnur Páll verða á pallinum frá á midnátt til klokkan 02. Í tímanum frá klokkan 02 til 03 verður tað RSP við rapp-tónleiki, og síðan verður diskotek frá klokkan 03 til 04 við Martini Kjærbo.

 

##med2##

 

Bátarnir byrja at sigla klokkan 14.30, og tá teir eru komnir í havn, verður bjóðað til ókeypis suppu.