Rimmar mentanarkvøld í Keypmannahavn

TÍÐINDASKRIV

Leygarkvøldið, 30. oktober, skipar flogbóltsdeildin hjá ÍF Føroyar fyri fjølbroyttum mentanarkvøldi



Tiltakið verður í Føroyahúsinum í Keypmanna-havn. , og verður lagt fyri kl. 17 við fótbólti, tá dysturin millum FC Nordsjælland og FC Keypmannahavn verður sýndur. Ikki minst verður tað her spennandi at síggja, hvørt tað loksins fer at eydnast Christian Andersen at fáa hevnd mótvegis Flemming Østergaard nú fleiri av stríðsmálunum teirra millum hava verið alment frammi.
Fótbólturin er av kl. 19, og kl. 20 verður so ferðast yvir til tónleikin, tá Stanley Samuelsen fer á pallin. Umframt løg av fløgu hansara, Um eg kundi kvøði, verða eisini ensk og donsk løg av ymsum slag at hoyra.
Stanley verður á pallinum í einar tveir tímar, og so verður talan um føroyska mótasýning. Her verða klæði frá Sirri, Pau, Tøting, Elisabeth Kruse, Dudas Verden, Gunnhild Mørkøre, Marita Reinert, Anna Kristin Bæk og Vígdis Petersen at síggja. Væl kendi plátuvendarin, Eyð-finn Drewsen, fer at taka sær av tónleikinum til mótasýningina, og sjón-leikarinnan, Gunnvá Zachariassen verður frásøgufólk.
Sum punktum fyri kvøld-inum verður dansur frá kl. 23-04, og verður tað Revival, sum fara at spæl bæði nýtt, gott og gamalt.