Rimmar seinni hálvleikur hjá Anniku og Haukum

Føroyski landsliðsmálverjin hevði hópin av bjargingum tá Haukar sigraðu á HK á heimavølli

 

Besta íslendska kvinnudeildin í hondbólti er eisini blivin ein føroyingadeild.

 

Ingibjørg Olsen var við tá nýggja lið hennara, ÍBV á útivølli tapti tepurt fyri KA/Þór á útivølli á Akureyri 24-26 (11-11). Ingibjørg kom ikki á máltalvuna hesaferð, men tað fer at koma.

 

Tað gekk framúr væl hjá føroyska landsliðsmálverjanum, Anniku Fríðheim Petersen sum við 14 bjargingum gjørdi sítt til, at lið hennara, Haukar vann 21-15 á HK á heimavølli. 

 

Í fyrra hálvleiki gekk ikki líka væl í hond hjá Haukum, ið var aftanfyri 8-9 í steðginum, men Annika og verjan hjá Haukum fingu skil á í seinna hálvleiki og vunnu at enda trygt 21-15.

 

Komandi leygardag tekur Haukar móti Fram á heimavølli. ÍBV tekur sama dag móti Afturelding á heimavølli á Heimaey.