Kappingarárið hjá Lív S. Poulsen við TMS Ringsted og hjá Maritu Mortensen við HØJ í næstbestu donsku hondbóltsdeildini er liðugt.
Í seinasta dystinum tóku Lív og liðfelagarnir móti Holstebro á heimavølli. Tað eydnaðist TMS Ringsted at vinna dystin 29-27. Í steðginum vóru Lív og liðfelagarnir á odda 13-10.
TMS Ringsted endaði á einum fjórða plássi við 27 stigum, eitt stig aftanfyri Holstebro á triðja plássinum. EH Aalborg vann deildini við 40 stigum.
Lív skoraði eitt mál fyri Ringsted í dag.
Marita Mortensen og liðfelagarnir í HØJ taptu tepurt 24-25 fyri oddaliðnum, EH Aalborg á útivølli. Í steðginum var EH Aalborg á odda 16-11, so HØJ avrikaði væl í seinna hálvleiki.
HØJ endaði á áttanda plássinum við 21 stigum. Tær í HØJ vóru eitt stig omanfyri niðurflytingarstrikuna.
Marita skoraði eitt mál í seinasta dystinum hetta kappingarárið.