Tap til føroyingaliðini í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

HØJ misti oddasessin og FIF tapti á útivølli

Jónas G. Djurhuus skoraði seks mál fyri FIF í dag

Seinastu mongu umførini hava Rói Berg Hansen og liðfelagarnir í HØJ verið oddalið í næstbestu donsku hondbóltsdeildini. 

 

Í dag misti HØJ oddasessin til Ringsted. 

 

HØJ tapti á heimavølli 22-28 fyri Skive. Í steðginum var Skive á odda 12-8. 

 

Rói var ikki millum málskjúttarnar hjá HØJ í dag.

 

Ringsted og HØJ hava bæði 17 stig, men Ringsted hevur betri málmun. Skive er nummar trý við 16 stigum.

 

Jónas G. Djurhuus, Leivur Mortensen og liðfelagarnir í FIF taptu 29-34 fyri Odder á útivølli.

 

Odder var á odda 17-16 í steðginum.

 

Jónas skoraði seks mál, og Leivur skoraði eitt mál fyri FIF í dag.

 

FIF er nummar sjey í deildini við 10 stigum.

 

Komandi leygardag tekur FIF móti HC Århus á heimavølli. Sama dag spælir HØJ útidyst móti Skovbakken. 

 

 

 

Jónas G. Djurhuus skoraði seks mál fyri FIF í dag