Ringur hýrur í Vágum

FSV04 hevði í dag gyltan møguleika at lyfta seg upp um aftur ÍF og harvið at leggja seg á næstfremsta plássið í 1. deild. Men vágamenn tóku ikki av.

Næstbesta NSÍ liðið, sum fyrr í summar ofta hevur verið betri mannað, enn tað var í dag, vann 2-1 á Valloyrini.

Brasiliumaðurin Heron legði heimaliðið á odda í 18. minutti. Tíggju minuttir undan steðginum javnaði NSÍ eftir hornaspark. Ein av heimamonnunum var so óheppin at seta bóltin í sítt egna mál.

Í síðsta minutti undan steðginum misti FSV04 ein mann, tá ið Karl Jóhan Djurhuus sá reyða kortið. Tað ávirkaði sjálvandi gongdina í 2. hálvleiki.

NSÍ sigursmálið til 2-1 skoraði unglingaspælarin Klæmint A. Olsen, tá ið eitt korter var eftir.

Hetta var fyrsti sigurin hjá NSÍ síðani summarsteðgin.