Føroyska kurvabóltslandsliðið spældi ímóti sterkasta liðnum í bólki A, Saareema fyrr í kvøld.
Sum væntað var munur á liðunum, og Saareema vann ein sannførandi 121-37 sigur. Støðan aftaná fyrsta korterið var 26-9. Tá annað korterið var farið var støðan 59-16. Tá triðja korterið var farið var støðan 89-27.
Í sama bólki vann Minorka 88-61 á Gotlandi, sum vann 90-33 á Føroyum. Føroyar spæla ímóti Minorka í ICA MAXI høllini í Visby klokkan 15.30 í morgin.