Í USA hevur George W. Bush, forseti, skotið upp at játta 784 mia. dollarar til hernaðarmál í eykajáttanum í ár og tey bæði næstu árini. Tað sæst í fíggjarætlanini, sum forsetin hevur lagt fyri Kongressina. Bush væntar, at amerikanska fíggjarætlanin fer at hava 345 mia. dollarar í halli tey fyrstu árini, men at hon fer at hava avlop í 2012. Fleiri hava fýlst á, at sambært uppskotinum ætlar forsetin at spara á tí sosiala økinum. Millum annað ætlar hann at spara 12 mia. dollarar í heilsujáttanini til teir fátækastu amerikanararnar.