Strandferðsluskipið Ritan skal á beding.
Strandferðslan skrivar soleiðis á ssl.fo:
Av tí at Ritan skal rætta eitt av skrúvubløðunum fer hon á beding týsmorgunin 28. mai og byrjar eftir ætlan í sigling aftur á leið 58 fríggjadagin 31. mai.
Í meðan Ritan er á beding, t.e. frá 28. mai til og við 30. mai, fer Tjørnunes at røkja siglingina á leið 58 og siglt verður smbr. ferðaætlan fyri leið 58.
Mannagongdir fyri tilkalling eru tær somu sum fyri Rituna.
Tjørnunes tekur 12 ferðafólk.