NSÍ hevur í kvøld longt sáttmálaskeiðini hjá tveimum av spælarunum í Effo-hópinum, Jann Martin Mortensen og Árna Frederiksberg, sum báðir halda fram í NSÍ til og við kappingarárið 2014.
Báðir hava verið ógvuliga sjónskir á unga liðnum hjá NSÍ, sum í ár hevur stríðst lægri á stigatalvuni enn í mong ár, og tá NSÍ um vikuskiftið vann 5-1 á FC Suðuroy, skutu teir báðir hvør síni tvey av málunum.
23 ára gamli Jann Martin Mortensen hevur altíð spælt við NSÍ, burtursæð frá 12 dystum við B68 í 2008, og tilsamans hevur hann spælt 115 dystir í bestu føroysku deildini og skotið 13 mál, harav tey sjey í ár.
Hinvegin hevur 20 ára gamli Árni Frederiksberg ikki spælt við øðrum felag enn NSÍ, har tað er blivið til 52 dystir í bestu deildini, og tilsamans hevur hann skotið 10 mál, harav seks av teimum eru fingin í ár.
Frammanundan hevur NSÍ eisini sáttmála fram til 2014 við toppskjúttan á liðnum, Klæmint A. Olsen, og eisini skrivaði NSÍ herfyri undir sáttmálar við fyrrverandi útisetarnar, Pól Jóhannus Justinussen og Viljorm Davidsen, sum spæla við NSÍ restina av hesum kappingarárinum.