Roðin søkir eftir heilsurøktara til sambýlið Vesturskin á Toftum

 

ROÐIN SØKIR EFTIR HEILSURØKTARA TIL SAMBÝLIÐ VESTURSKIN Á TOFTUM.

 

 

 

Vesturskin er eitt sambýli har 16 fólk húsast. Á sambýlinum veður dentur lagdur á, at liva eitt lív, sum gevur meining og varðveitir samleikan hjá húsfólkinum. Her starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar. Høga fakliga dygdin á Vesturskin strembar eftir at arbeiða viðurkennandi og at skapa ein gerandisdag, har húsfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.

 

 

Søkt verður eftir:

 

 

 

  • einum heilsurøktara á starvsbrøki 1,0 svarandi til 40 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru fyri tað mesta um kvøldi og 2. hvørt vikuskifti.

 

 

 

Møguleiki er fyri lægri setanarbrøki.

 

 

 


FØRLEIKAKRØV

 

  • Prógv og góðkenning sum heilsurøktari
  • Áhuga at arbeiða við eldri fólki
  • Góð evni at samskifta í skrift og talu
  • Hug at arbeiða og samstarva í eini tvørfakligari búðeind í menning
  • KT-førleika á brúkarastøði

 

 

 

VIT BJÓÐA TÆR

 

  • ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag
  • ávirkan á menningina av tænastunum í Roðanum
  • eitt gott arbeiðspláss góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar hjá Roðanum

 

 

 

Søkir skikkaður umsøkjari ikki, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar.


SETANARVIÐURSKIFTI

 

Starvið verður at seta 1. september 2021 ella eftir avtalu og verður tað lønt sambært sáttmála við KAF/ Fíggjarmálaráðið og Heilsurøktarfelagið


MEIRA FÆST AT VITA

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Ingun Gaardbo, deildarleiðara á Vesturskin. Telefon 793388 ella við telduposti til [email protected]

 

 

 

UMSÓKN

Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til [email protected] Viðmerkjast skal: ”Heilsurøktari til Vesturskin”.

Umsóknarfreistin er. 03.august 2021.