Røktarheimi á Stórubrekku avdúkað í morgin

Ráðgevaratoymið at byggja røktarheim á Stórubrekku verður avdúkað í morgin

 

Í morgin klokkan 15 verður verkætlanarkapping um sniðgeving og heildarráðgeving av Røktarheimi á Stórubrekku avdúkað í Múllers Pakkhúsi. Vinnandi ráðgevaratoymið verður avdúkað.

Hesi fýra ráðgevaratoymini hava verið í verkætlanarkappingini um sniðgeving og heildarráðgeving av Røktarheimi á Stórubrekku: SNS/LBF/SMJ, Henning Larsen NA, EYA og MAP.

Skráin er soleiðis, at latið verður upp kl 14.45 við vælkomsttónleiki, kl 15.10 bjóðar Heðin Mortensen, borgarstjóri, vælkomin og aftaná avdúkar Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í dómsnevndini, vinnararnar. 

Kl 15.20 fer vinnandi ráðgevaratoymið at greiða stutt frá uppskotinum. Tá verður eisini møguleiki hjá fjølmiðlum og almenninginum at síggja prosjektini.

Tit eru vælkomin. Kommunan bjóðar lættan mat og drekka, kaffi og okkurt søtt omaná.