Rógvi leikti javnt og Meinhard tapti

Meinhard E. Olsen og liðfelagarnir í Mjøndalen eru uppsteðgaðir í uppflytingarstríðnum

Tað gjørdist eitt slakt føroyinga-kvøld í næstbestu norsku fótbóltsdeildini í kvøld.

 

Meinhard E. Olsen spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í Mjøndalen taptu 0-1 fyri Sogndal á útivølli.

 

Talan var um fjórða ósigurin á rað hjá Mjøndalen, ið eru fullkomuliga uppsteðgaðir í uppflytingarstríðnum.

 

Mjøndalen eru dotnir av fyrsta plássinum niður á triðja plássið. Mjøndalen hevur sjey stig upp til oddaliðið, Brann Bergen sum hevur 29 stig. Mjøndalen hevur tó bert eitt stig upp til annað plássið, ið gevur beinleiðis uppflyting til bestu deildina.

 

Rógvi Baldvinsson spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í Bryne spældu javnleik 0-0 móti Stjørdal Blink á heimavølli. Bryne kappast m.a. við Stjørdal Blink um at sleppa undan niðurflyting, og tí kemur tað illa við bert at fáa eitt stig.

 

Bryne liggur fjórðaftast í deildini við níggju stigum.

 

Føroyski U21-landsliðsspælarin, Gullbrandur Øregaard slapp ikki á vøllin, tá Sandnes ULF tapti 1-2 fyri Åsane á útivølli.

 

Sandnes ULF er nummar seks í deildini við 19 stigum.

 

Komandi sunnudag tekur Mjøndalen móti Stabæk á heimavølli. Mánadagin spælir Bryne móti Brann Bergen á útivølli, og sama dag leikar Sandnes ULF á heimavølli móti Raufoss.