Rógvi og Bryne megnaðu javnleik móti toppliði á útivølli

Rógvi Baldvinsson byrjaði inni fyri Bryne í dag

Rógvi Baldvinsson fekk 80 minuttir á vøllinum, tá hann og liðfelagarnir í Bryne megnaðu javnleik 3-3 á útivølli móti Oslo KFUM, ið er millum liðini sum stríðast fyri uppflyting til bestu norsku fótbóltsdeildina.

 

Oslo legði seg á odda tá eitt korter var farið av dystinum. Robert Undheim javnaði tá 23 minuttir vóru farnir, men longu sjey minuttir seinni skoraði Oslo aftur til 2-1.

 

Fyrst í seinna hálvleiki gekk sum eftir ánni hjá Bryne. Siguard Grønli javnaði til 2-2 í 48. minutti, og bert tveir minuttir seinni legði Christian Roer Bryne á odda 3-2.

 

Tá 72 minuttir vóru farnir javnaði Oslo til 3-3. Bryne megnaði tó at knógva eitt gott stig heim.

 

Bryne liggur fjórðaftast í næstbestu deildini við 26 stigum. Liðið hevur 12 stig niður til næstaftasta plássið, ið merkir beinleiðis niðurflyting til triðbestu deildina.

 

32 ára gamli Rógvi Baldvinsson, ið hevur spælt 49 landsdystir og hevur skotið fýra mál fyri Føroyar er ikki úttikin til Nations League dystirnar móti Litava og Turkalandi.

 

Meinhard E. Olsen spældi ígjár allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í Mjøndalen vunnu 2-1 á Stjørdal á útivølli. Øll málini vóru skotin fyrstu 20 minuttirnar av dystinum.

 

Longu í sjeynda minutti legði Benjamin Stokke Mjøndalen á odda, og bert tríggjar minuttir seinni økti Brinder Singh til 2-0. Tá 20 minuttir vóru spældir minkaði Stjørdal um munin til 2-1.

 

Gullbrandur í Horni Øregaard spældi allan dystin fyri Sandnes ULF, ið tapti greitt 0-3 fyri greiða oddaliðnum í næstbestu deildini, Brann Bergen. 

 

Sandnes er nummar fimm í deildini við 40 stigum.  Mjøndalen er nummar níggju við 36 stigum. 

 

Meinhard fer nú at ferðast til Litava til at spæla dyst í Nations League klokkan 19.45 komandi hóskvøld. FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.