Rógvi og Bryne vunnu seg víðari í steypakappingini

Tvey føroyingalið hava vunnið seg í áttandapartsfinalurnar í norsku steypakappingini

Rógvi Baldvinsson fekk í kvøld 20 minuttir á vøllinum fyri at verja 1-0 leiðsluna hjá Bryne heim í útidystinum móti Tromsdalen í norsku steypakappingini.

 

Bryne vann 1-0 við einum máli Robert Undheim skoraði tá tríggjar minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki. 

 

Bryne hevur sostatt víðari til áttandapartsfinalurnar í steypakappingini. Gilli R. Sørensen og liðfelagarnir í Odd hava eisini vunnið seg víðari til áttandapartsfinalurnar.

 

Steypakappingin hevur altíð verið prestisjutung í Noregi, átøk FA Cup steypakappingini í Onglandi í gomlum døgum. Steypakappingini verður nevnd "Norgesmesterskapet", og kappast verður um "Kongepokalen", og er tað altíð útselt til steypafinaluna á Ullevaal leikvøllinum í Oslo.